Tá virðisbrævamarknaðurin í Keypmannahavn læt aftur seinnapartin, var vísitalið fyri 20 tær størstu fyritøkurnar 3,15 prosent lægri, enn tá marknaðurin læt aftur fríggjadagin. Hetta var tann 11. dagurin á rað við fallandi virði, og tað er ikki hent fyrr í 22 ára longu søguni hjá vísitalinum.
Dagurin byrjaði annats munandi betur á danska virðisbrævamarknaðinum, eftir at Evropeiski Miðbankin hevði kunngjørt, at hann fór at keypa almenn italsk og sponsk virðisbrøv fyri at avmarka trupulleikarnar hjá teimum báðum londunum. Men gongdin vendi kortini seinni, og sambært Mads Zink hjá Danske Bank vísir tað, hvussu viðbrekin marknaðurin er.
-Vendir marknaðurin, fara øll aftaná, sigur Mads Zink við Ritzau-tíðindastovuna.