Munandi færri sjórán í ár

Ein uppgerð hjá amerikanska herflotanum vísir, at tað hava verið munandi færri sjórán við afrikonsku eysturstrondina í ár enn tey seinastu árini. Sambært uppgerðini hava sjórænarar rænt ella roynt at ræna 46 skip higartil í ár samanborið við 222 rán ella royndir í fjør og 239 í 2010.

Av teimum 46 royndunum eydnaðist tað sjórænarunum at ræna níggju skip. Í fjør eydnaðist tað teimum at ræna 34 og 68 árið fyri.

Mark I. Fox, yvirmaður í amerikanska herflotanum, fegnast um, at tað gongur tann rætta vegin, men hann ávarar samstundis um, at sjórænararnir eru skjótir at laga seg til nýggjar umstøður, og tí er vandin ikki av enn, sigur hann. Onnur viðurskifti hava eisini týdning.

-Minka inntøkurnar hjá sjómonnum og bóndum í Jemen og Somalia, kann tað gera, at vit fáa fleiri sjórán aftur, sigur Mark I. Fox.