Eftir at sølan av Gekkaseðlum hevur staðið í stað seinastu vikurnar minkaði sølan í síðstu viku. Tað vísa sølutølini hjá Kringvarpinum.
- Í síðstu viku seldu vit 33.000 gekkaseðlar. Tað er minking frá vikuni áðrenn, tá sølan var uppi á umleið 36.000 seðlar, sigur Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarstjóri í Kringvarpinum.
Tað er kanska heldur óvæntað, tí Gekkurin er í hesum døgum methøgur. Tá føroyingar aftur setast frammanfyri sjónvarpstólini komandi fríggjadag er vinningurin uppi á 2,8 milliónir krónur, ið er 600.000 krónur hægri enn gamla metið frá 14. apríl 2016, tá ein heppin føroyingur vann 2,2 milliónir krónur í Gekkinum.
Tá Gekkurin var 2 milliónir krónur seldi Kringvarp Føroya umleið 34.200 seðlar. Sølan vaks síðan við umleið 1.800 seðlum, tá Gekkurin var 2,2 milliónir krónur og blivu síðan umleið 300 seðlar seldir aftrat, tá Gekkurin kom upp á 2,4 milliónir krónur. Sostatt vóru sølutølini í farnu viku tey lægstu síðan Gekkurin fór upp um 2 milliónir krónur.