Munandi færri hava verið á vali á Eiði í dag, í mun til fyri fýra árum síðani. Talið er 61 atkvøður Eiði er ein av fáu bygdunum, har fólk eru rættiliga samd um, at samanlegging við aðra kommunu ikki er nakað gott hugskotHinvegin eru valevnini á Eiði rættiliga ósamd um onnur ting.
Hetta sæst væl aftur, tí klokkan 15.00 høvdu bart 123 verið á vali av teimum 509, sum hava valrætt.
Klokkan 15.00 fyri fýra árum síðan høvdu heili 184 verið í skúlanum og valt.
Sambært valnevndarformanninum, Sámal í Skorini, kundi ein frágreiðing verið, at fleiri brævatkvøður vóru seinast, men at tað er ikki øll frágreiðingin.










