Tað er í juli mánað, at flest fólk arbeiða, og 2009 var onki undantak. Kortini arbeiða færri nú enn seinasta summar. Í juli í ár vóru 25.385 fólk til arbeiðis, og er hetta munandi minni enn í juli í fjør tá 26.337 fólk arbeiddu, sigur Hagstovan.
Minkingin er um 950 fólk. Innan byggivinnuna vóru 550 færri til arbeiðis nú, afturgongdin svarar til 14% og innan privatu tænastuvinnuna vóru 380 færri, minkingin er 4,3%.
Tølini hjá Hagstovuni vísa eisini, at fiskivinnan er minkað støðugt seinastu árini, og serliga í fjør heyst. Seinastu tíðina hevur gongdin verði at fleiri starvast í fiskivinnuni. Í juli 2008 vóru 4.500 fólk í fiskivinnuni, hetta minkaði til 4.100 í januar í ár, men er nú vaksið til 4.300. Tað er alivinnan sum hevur framgongd, men seinastu tíðina hava eisini fleiri arbeitt í fiskavøruídnaðinum á landi, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.