Ferðasambandið við Suðuroynna skal dagførast beinanvegin....
Hesi eru orðini í nýggja samgonguskjalinum ímillum Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Hetta kann merkja so mangt. Og í samrøðu við sjónvarpið fríggjakvøldið visti landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Finnbogi Arge, heldur ikki, hvat lá í hesum orðinum.
Men vit hava spurt einasta av suðuroyartingmonnunum í nýggju samgonguni, Hergeir Nielsen, akkurát, hvat kom fram undir teimum politisku samráðingunum um, hvussu ætlanin er at dagføra suðuroyar siglingina.
Fleiri túrar
Hergeir Nielsen sigur, at ætlanin er fyrst og fremst at fáa túratalið til og úr Suðuroynni upp.
? Vit eru minst 25 ár aftanfyri aðrar partar í landinum. Vit hava líka gott samband við meginøkið um vikuna, sum aðrir útjaðararar í Føroyum hava um dagin.
Tí sigur hann, at fyrsta stigið verður at fáa túratalið hjá Smyrli upp.
Hann sigur, at nú hevur hann ikki enn havt høvi at tosa við landsstýrismannin í samferðslumálum, men tað fer hann at gera fyrsta dagin at tosa við hann um, hvussu hetta kann lata seg gera.
Nú vita vit, at runt rokna kostar hvør túrur ímillum Suðuroynna og Havnina, kostar umleið eina millión um árið í undirskoti. Tvs, at fyri hvønn túr, Smyril skal sigla afturat, skal ein millión finnast onkustaðni til Strandferðsluna. Hava tit gjørt tykkum greitt, hvaðani pengarnir skulu koma? ? Nei, so langt eru vit ikki komin enn. Men tað er eisini nakað, vit skulu tosa saman um, sigur Hergeir Nielsen
Hvussu nógvar túrar skal Smyril sigla ímillum Havnina og Suðuroynna?
Tað mest rímiliga hevði verið at hann sigldi tveir túrar seks dagar um vikuna og so bara ein túr tann sjeynda dagin, so manningin hevði høvi at gera tað viðlíkahald, sum krevst.
? So fáa vit at síggja, hvussu langt, vit koma.
? Verða ráð til at gera íløgur í samferðsluna aðrastaðni, skal ráð eisini vera t il at bøta um samferðsluna til Suðuroynna.
Eisini við flúgvara
Hergeir Nielsen sigur, at hóast Smyril altíð verður álitið, er eisini meiningin at kanna møguleikarnar fyri at seta flúgvara í rutuna ímillum Suðuroynna og meginøkið.
Orsøkin til tosa verður um flúgvara, er, at tað er nógvar ferðir bíligari enn tyrlusamband.
Eitt gott flúgvisamband kann so aftur avlasta Smyril mitt um dagin.
Sostatt er ætlanin at ferðasambandið til Suðuroynna skal vera ein kombinatión av sigling og flúgving.
? Vit hava kannað málið leyðsliga og eru komnir eftir, at tað ber til at flúgva ímillum Suðuroynna og Havnina fyri rímiligar pengar.
? Við einum flogfari, sum tekur níggju fólk, verður undirskotið ikki meiri enn 3-4 milliónir um árið, um flogið verður fýra ferðir um dagin ímillum Suðuroynna og Havnina, og fýra fólk eru við hvørja ferð í miðal, og ferðaseðilin kostar 130 kr. krónur.
?Vit hava hugsað um flogfør, sum kunnu lenda báði á vatni og á breyt. Men breytin er ikki meiri enn 500-700 metrar.
Verður talan um størri flogfar, verður tað munandi dýrari, tí tá verða krøvini munandi skerpað.
Hergeir Nielsen sigur, at eitt slíkt flogfar kann sjálvandi eisini flúgva aðrastaðni í Føroyum, so tað hevði knýtt alt landi nógv tættari saman.