Nú Klaksvík hevur vitjan úr Tammerfors í Finlandi, hava gestirnir tikið nøkur av kendu Mumitrøllunum við sær. Mumitrøllini búgva vanliga í Mumidalinum í Tammerfors, men nú eru nøkur av teimum farin út at ferðast.
Mumitrøll og framførslur
Flestu børn munnu kenna tey fittu, tjúkku Mumitrøllini, sum líkjast áarrossum og eru so góðir vinir. Tað er finska listakvinnan, Tove Jansson, sum hevur uppfunnið og teknað Mumitrøllini. Seinni blivu øll mumitrøllini og Mumidalurin gjørd til eina framsýning, sum er at síggja í finska býnum Tammerfors.
Nú gestir úr Tammerfors eru komnir til Klaksvíkar, fara Mumitrøllini sum vera man at seta sín serliga dám á vitjanina.
Við í ferðalagnum eru nevniliga Stóra Mumitrøllið og Summuniken, og leygarkvøldið fara tey at skipa fyri trimum framførslum við filmi, myndum og tónleiki.
Fyrsta framførslan fortelur um lívið og góða vinarlagi í Mumidalinum, um Tammerfors og um Tove Jansson. Næsta framførslan er um munnhørpuskúlan hjá Susmmumriken. Eisini fer Heikki Mäenpää, sum hevur gjørt tónleikin til Mumifilmarnar, at læra tey, sum hava hug, at spæla munnhørpu.
Triðja framførslan er um náttúru, søgu, mat og menniskju í Tammerfors.
Framførslurnar í Atlantis leygarkvøldið byrja klokkan 20.











