Mumitrøllini á føroyskum

Í sambandi við at 65 ár eru liðin síðani fyrsta bókin um Mumitrøllini kom út, verður klassiska bókarøðin nú týdd til føroyskt.

Fyrsta bókin í røðini, »Gandakalshatturin«, kom út í víkuni, og er hon í mangar mátar ímyndin av heiminum og tankunum, sum høvundurin Tove Jansson spann kring lívið í Mumidalinum.

Høvundurin skapti Mumidalin í hesu fyrstu bókini, ið kom út í 1945, sum ein heim, hon kundi flýggja inn í frá hóttandi krígnum. Tí er Mumidalurin fyrst og fremst ein tryggur og friðsæðlur heimur, har pláss er fyri øllum sløgum av menniskjum.

Týdda bókarøðin telur sjey bøkur, sum eru ætlaðar at verða lisnar upp fyri børnum í adrinum seks til níggju ár. Seinni er ætlanin at geva út eina røð av Mumi mynda- og peikibókum til tey minstu.

Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið gevur út Mumibøkurnar, sum Karl N. Hansen týðir til føroyskt.