Mumbai-yvirgangsmenninir komu ikki úr Pakistan

Pakistanski forsetin heldur uppá, at menninir, sum framdu yvirgangin í indiska býnum Mumbai, komu ikki úr Pakistan

Asif Ata Zardari, forseti vísir aftur indisku tíðindunum um, at yvirgangsmenninir komu úr Pakistan. Hann sigur, at tað finnast eingi prógv, sum knýta yvirgangsmenninar at Pakistan.

Í samrøðu við bretska kringvarpið BBC sigur Zardari, at myndugleikarnir eru ikki lidnir at kanna Mumbai-málið, og tí vil hann ikki geva nakað boð uppá, hvør ella hvørjir teir seku er.

Indiska stjórnin heldur fast um, at tað vóru kreftir í Pakistan, sum løgdu atsóknina at Mumbai til rættis, og bretsku myndugleikarnir hava eisini sagt, at yvirgangsmenninir vóru úr pakistanska bólkinum Lashkar-e-Taiba.

Pakistanski forsetin sigur við BBC, at Pakistan er til reiðar at hjálpa indisku myndugleikunum við Mumbai-málinum, og Pakistan er eisini sinnað at lata indisku myndugleikunum fregnartænastuupplýsingar í sambandi við málið, sigur hann.