20-30 tey seinastu árini hava fleiri og fleiri sløg av bakterium útviklað antibiotikaresistens. Hetta hevur ført við sær, at tað er vorðið meira og meira torført at viðgerða infektiónir. Í summum førum er ongin viðgerð møgulig.
Stafylokokkar, ið menna resistens ímóti flestu sløgum av penisillini er vorðið vanligt fyribrigdi í útlondum. Í fleiri evropeiskum londum eru næsten 50 prosent av stafylokokkunum meticillin-resistentir. Higartil eru tað einans umleið 2 prosent í Danmark.
Orsøkin til at bakteriur menna resistens ímóti antibiotika, er ovurstóra misnýtslan av antibiotika um allan heimin. Tey umleið 60 árini, antibiotika hevur verið brúkt ímóti infektiónum, hava bakteriurnar so at siga lært at verja seg fyri antibiotika, soleiðis at tað er vorðið minni og minni virkið.
Í Føroyum eru umleið 20 tilburðir av antibiotikaresistentum bakterium staðfestar trý tey seinastu árini.
Ráðstevna
Føroyska heilsuverkið hevur sett sær sum mið, at MRSA ikki skal spjaða seg í Føroyum, og eru tiltøk sett í verk til tess at forða spjaðing. Føroyingar ferðast um allan heim, og av og á hendir tað, at teir verða innlagdir á okkurt útlendskt sjúkrahús. Nógvir sjúklingar verða viðgjørdir á donskum sjúkrahúsum, har ein eisini kann verða smittaður við MRSA.
Tann 28. november 2008 verður ráðstevnu á Hotel Føroyum fyri heilsustarvsfólk um MRSA og multiresistentar bakteriur.
Endamálið við ráðstevnuni er at greina evni, og at lýsa tey fyribyrgjandi tiltøkini, ið higartil eru sett í verk, serliga í Danmark, Grønlandi og í Føroyum. Men av tí, at spjaðingin av antibiotika-resistentum bakterium er ein heimsumfatandi trupulleiki, verður spurningurin eisini lýstur í hesum høpi. Tann bráða økingin birtir eisini undir spurningin um viðgerðarmøguleikarnar i framtíðini. Umleið 150 heilsustarvsfólk fara at verða við í ráðstevnuni, verður upplýst í tíðindaskrivi.