Síðan Fiat Multipla kom á marknaðin í 1998 sum ein 6-persónabilur við trimum sitiplássum framman og trimum aftan, hevur hevur hann ikki havt nakran beinleiðis kappingarneyta, men nú fær hann kapping frá Honda við 6-persónabilinum FR-V.
FR-V er 30 cm longri enn Multipla. Viðførisrúmið er 439 litrar, og við baksetrunum niðri er tað 1.600 litrar.
Besinmotorarnir eru: 1,7 litur við 125 hk og 2,0 litur við 150 hk. Dieselmotorurin verður tann sami 2,0 litur við 150 hk, sum fæst til Honda Accord.
Bilurin kemur á marknaðin í fleiri londum seinni í ár, men verður ikki á danska og føroyska marknaðinum fyrr enn í 2005, tí danski innflytarin bíðar eftir diesel-útgávuni.