MultiAir til Fiat og Chrysler

Týska verksmiðjan Schaeffler Group víðkar nú sítt virksemi í Norðuramerika, har teir leggja til rættis eina størri framleiðslu av heimsins fyrsta hydrauliska variabla ventilstýrisysteminum MultiAir, ið er ein framkomin skipan, sum er gjørd av Fiat Powertrain Technologies.

MultiAir framleiðslan hjá Schaeffler verður gjørd upp á lisens frá Fiat, og skal primert nýtast í nýggjastu modellunum hjá Chrysler í USA.


MultiAir skipanin, sum gevur bilinum munandi minni brennievnisnýtslu og lægri CO2 útlát, verður nýtt í nýggjasta Fiat Punto Evo, sum hevur upp til 25 prosent lægri bensinnýslu enn tilsvarandi motorar við eins nógvum hestakreftum.