Muhammedtekningar elva enn til øsing

Yvirgangsálop framt móti anti-islamskari framsýning í Texas í dag

Tveir yvirgangsmenn lupu á eina framsýning av muhammedtekningum í Texas í dag. Ein trygdarvørður varð skotin í beinið, men varð ikki álvarsliga særdur av løstunum. Løgreglan skeyt og drap báðar yvirgangsmenninar.

 

Skottilburðurin var á parkeringsøkinum uttan fyri høllina, sum framsýningin var í. Høvuðstalari á framsýningini var umstríddi hollendski politikkarin, Geert Wilders. Hann hevði júst talað, tá skottilburðurin byrjaði. Geert Wilders er sera atfinningarsamur móti islam og millum annað al-Qaida hava boðað frá, at hansara navn er á listanum yvir tey, sum skulu drepast.

 

Løgreglan í Garland, ið liggur skamt frá Dallas, sigur, at menninir komu koyrandi móti portrinum inn í bygningin og byrjaðu at skjóta. Menninir vóru vápnaðir við automatvápnum.

 

Løgreglan skeyt og drap menninar. Eina stund var ótti um, at spreingievni vóru í bilinum, men bumbutoymið kundi seinni avsannað hendan óttan.

 

Framsýningin var ein teknikapping, har kappast var um at tekna profetin Muhammed. Tiltakið hevur verið fyri atfinningum, og tí vóru 40 eyka løgreglufólk á staðnum. Minst 200 tekningar vóru við í kappingini, har vinnarin fær 70.000 krónur fyri ómakin.

 

Enn er ikki greitt, um yvirgangsmenninir hoyrdu til nakran ávísan bólk, men onkrir viðmerkjarar siga, at umboð fyri IS hava á Twitter váttað, at tað eru teirra fólk, ið standa aftanfyri yvirgangsálopið.