Nú hevur øsingin havt við sær, at sølan av bókini Mohammed og profeten eftir Kåre Bluitgen er farin at ganga strúkandi.
Við bókum, sum hesum, er tað ógjørligt at spáa um søluna. Tá vit gjørdu av at geva hana út, mettu vit, at hon kanska fór at verða seld í á leið 2000 eintøkum yvir eitt longri tíðarskeið, sigur stjórin á forlagnum Høst & Søn. Men nú boða alsamt fleiri danskir bókahandlar frá, at bókin er útseld og at fólk spyrja eftir henni hvønn dag. Næsta upplagið er tí longu á veg.
Tað kemur óvart á høundan, at bókin selur so væl, men tað undrar hann ikki, at hon í sær sjálvum ikki hevur elvt til meir kjak. Tað var nevniliga ongantíð ætlanin við henni, sigur Kåre Buitgen.