Muhammed-teknarin Lars Vilks og tveir løgreglumenn deyðir í vanlukku

Svenski listamaðurin Lars Vilks, sum var staddur í Krudttønden í Keypmannahavn undir yvirgangsálopinum í 2015, er deyður. Tað váttar svenska løgreglan.

 

Svenski listamaðurin Lars Vilks og tvey løgreglufólk eru deyð í eini ferðsluvanlukku í dag uttan fyri Markaryd í Svøríki, tá ein sivilur politibilur rendi á ein lastbil.. - Foto: 50090 Johan Nilsson/Tt/Ritzau Scanpix LINK

Tveir løgreglumenn og ein persónur við løgregluverju í dag deyðir í Svøríki. Tað upplýsir svenska løgreglan.

Svenska løgreglan váttar fyri svenska sjónvarpinum, at persónurin við løgregluverju var tann svenski listamaðurin Lars Vilks. Sambúgvi hansara váttar hetta fyri Dagens Nyheter.

Lars Vilks gjørdist 75 ár.

Teir tríggir doyðu í eini ferðsluvanlukku á motorvegnum E4 uttan fyri Markaryd, har ein sivilur løgreglubilur og ein lastbilur rendu saman seinnapartin.

Lars Vilks var til staðar í samkomuhúsinum Krudttønden í Keypmannahavn í februar í 2015, tá skotálop varð framt á húsið.

Har var Lars Vilks boðin saman við fleiri øðrum til ein kjakfund um talufræslu og blasfemi. Ein danskur filmmaður doyði, og seinni um náttina varðe eisini ein trygdarvørur við synagoguna í Krystalgade dripin av skotum.

 

##med2##

Lars Vilks teknaði í 2007 eina keiputekning, sum ímyndaði profetin Muhammed sum ein hund. Tað førdi til deyðshóttanir, og hann hevur tí leingi livað við løgregluverju.

Árið fyri var Muhammedkreppan brostin á eftir tekningar av islamska profetinum, sum Juyllands-Posten hevði almannakunngjørt.

Tað er í løtuni óvist, hvussu vanlukkan hendi, men fyribils upplýsingar benda á, at tann sivili løgreglubilurin kom yvir í skeiva síðu av vegnum. Her rendi hann saman við lastbilin, og eldur kom í bilin.

Tann 45 ára gamli førarin í lastbilinum varð sendur á sjúkrahús. Hann hevur sambært Expressen fingið álvarsligan skaða.

Svenski ríkisløgregluovastin, Andres Thornberg, sigur í tíðindaskrivi, at hann hevur móttikið boðini um andlátini við stórari sorg.

– Tað er við stórari sorg, at eg fekk boðini um at starvsfelagar okkara og tann løgregluvardi persónurin eru deyðir seinnapartin. Tankar mínir fara til tey avvarðandi, familjur, vinir og starvsfelagar, sigur hann.

/ritzau/

 

 

Svenski listamaðurin Lars Vilks og tvey løgreglufólk eru deyð í eini ferðsluvanlukku í dag uttan fyri Markaryd í Svøríki, tá ein sivilur politibilur rendi á ein lastbil.. - Foto: 50090 Johan Nilsson/Tt/Ritzau Scanpix LINK

Svenski listama[urin og provokat/rurin, Lars Vilks, sum var millum luttakararnar undir yvirgangsálopinum á samkomuhúsið »Krudttøden« í Keypmannahavn í 2015, er deyður í ferðsluvanlukku (Arkivfoto). - Foto: Vesa Moilanen/Ritzau Scanpix