Muhammed-teknari: Eg angri tað ikki

Í Sosialinum í dag traðkar ein av teimum 12 Muhammed-teknararnum fyri fyrstu ferð fram og sigur sína søgu

Eg hevði gjørt tað umaftur um so var, sigur Claus Seidel blaðteknari Hóast deyðhóttaninar fuku um oyruni á Claus Seidel undir Muhammed kreppuni, ivast hann ikki.

- Eg angri ikki, at eg segði ja til at lata Jyllands-Posten eina tekning av Muhammed. Endamálið við tekningunum var at staðfesta, at í Danmark er talu- og skrivifrælsi ikki til diskussión, sigur Seidel, sum tó viðgongur, at hann ikki grunaði, hvussu álvarsligar avleiðingar, tekningarnar kundu fáa.

Eitt tíðarskeið var hann noyddur at fara undir jørð, eftir at hann persónliga hevði fingið eina deyshóttan. Og hann var skelkaður, tá hann sá myndirnar í sjónvarpinum av brennandi donskum fløggum og sendistovum. Kensluliga bjargaði tað honum, at hann fekk sannført seg sjálvan um, at málið hevði tikið eina vend, sum onki hevði við upprunaliga endamálið at gera.

Hóast allar ræðuleikarnar, er Claus Seidel vísur í, at okkurt gott er komið burturúr Muhammed kreppuni

- Fyri fyrstu ferð hava danir av álvara gjørt sær greitt, at fólkaræði og talu- og skrivifrælsi ikki er ein sjálvfylgja, men bert yvirliva, um hvør einstakur av okkum er sinnaður at verja hesi virði, sigur Claus Seidel, sum júst hevur vitjað í Føroyum.