Útlendskar tíðindastovur skriva í dag, at heimskendi tungvektsboksarin og fleirfaldi heimsmeistarin, Muhammed Ali, sum er 74 ára gamal, er deyða sjúkur.
Hann liggur í respiratori á sjúkrahúsi í Phoenix, og haðani verður sagt, at lívið hjá heimskenda boksaranum "nærkast endanum".
Børnini hjá Muhammed Ali, sum eru níggju í tali, eru sambært keldum í skundi farin á sjúkrahúsið, har pápin liggur. Orsøkin til, at hann liggur í respiratori er, at hann klárar ikki at anda sjálvur.
Muhammed Ali fekk staðfest herviligu sjúkuna - Parkinson - longu í 1980.