-Hetta hevur verið ein frálíkur fundur, og nú skulu vit halda fram við at tosa um, hvussu vit kunnu fáa Føroyum fleiri rættindi á jøvnum føti við aðrar. Hetta sigur svenska umboðið í formansskapinum í Norðurlandaráðnum, Gabriel Romanus við Sosialin, eftir fundirnar, sum hava verið í formansskapinum í Havn hesar seinastu dagarnar.
Gabriel Romanus heldur tað eisini vera gott fyri málið, at tað nú er komið fram, at ongar løgfrøðiligar ella fólkarættarligar forðingar eru fyri fullum føroyskum limaskapi. Hann vísir tó í sama viðfangi á, at føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum í dag hava javnbjóðis rættindi og fullan atkvøðurætt sum hinir limirnir. Føroyingar kunnu eisini veljast til bæði forseta og varaforseta í sjálvum Norðurlandaráðnum, sum fevnir um tinglimur úr teimum norðurlendsku parlamentunum, so har eru ongar avmarkingar. Nú snýr tað seg tó meira um sjálvt Ráðharraráðið enn um parlamentariska Norðurlandaráðið. Hvussu tú skal handfara spurningin um møguligar komandi føroyskar limir í Ráðharrranum. Skulu teir hava somu rættindi sum hini stjórnarumboðini!
-Hvør er tín støða til tann spurningin sum umboð fyri Svøríki?
-Vit mugu útgreina, hvat hetta ber við sær ítøkiliga. Og tað hava vit ikki gjørt enn. Vit kunnu staðfesta, at slíkur fullur limaskapur hevur ikki tær stóru broytingarnar við sær, tá talan er um Norðurlandaráðið. Tað verða helst størri broytingar, tá talan er um Ráðharraráðið. Tí er hetta ein spurningur, sum stjórnirnar mugu tosa um og ikki parlamentarikararnir.
-Men sær tú trupulleikar í at røkka á mál at fáa konsensus um broyting í Helsingforsavtaluni?
-Tað geri eg ikki. Men hetta er eitt mál fyri stjórnirnar.
Gabriel Romanus sigur víðari, at nú má Ráðharraráðið í Norðurlandaráðnum taka málið upp og seta út í kortið. Her eru nógvir spurningar at taka støðu til: verður talan um vetorætt fyri allar partar ella skal atkvøðast í Ráðharraráðnum, har Føroyar skulu hava eina atkvøðu eins væl og Danmark, sum hevur 5 mill. í búgvar, meðan tað einans búgva 50.000 fólk í Føroyum!
Sjálvur heldur Gabriel Romanus, at man eigur at arbeiða við at skapa semjur, tvs. konsensus millum stjórnirnar, heldur enn at tosa um atkvøðurætt. Tað fer at geva besta úrslitið, og tað haldur hann eisini verður arbeitt við longu nú.
Gabriel Romanus leggur aftrat, at Svøríki leggur seg ikki út í spurningar, sum eru millum Føroyar og Danmark, men landið ynskir, at man framhaldandi hevur eitt effektivt Ráðharraráð og skulu broytingar gerast í Helsingforsavtaluni, so má man eisini tryggja sær at hava eitt effektivt ráð.