Mugu vita hvønn veg rákið fer

Menningarstovan verður umboða á Offshore Faroes 2005. Kjartan Kristiansen, stjóri, sigur, at Menningarstovan má fylgja við hvønn rákið fer. Hann metir fleiri spennandi fyrilestrahaldarar eru á skránni

? Tað er altíð áhugavert at vita, hvat kann spyrjast burturúr oljuvinnu. Hetta er áhugavert fyri føroyska vinnu og hevur eisini týdning og er áhugavert fyri aðrar vinnur, enn júst oljuvinnu, sigur Kjartan Krist-iansen, stjóri á Menningarstovuni.
Annars metir hann tað hevur týdning fyri Menningarstovuna at fylgja við í, hvønn veg rákið fer. Bæði aðratstaðni og her heima.
Spennandi fyrilestrar
Hann er spentur uppá fyrilestrarnar, serliga íslendsku og norsku fyrilestrahaldararnar, tí hann hevur upp-livað onkran av hesum áður, og teir eru áhugaverdir og hava áhugaverd sjónarmið.
Hann sigur, at Menningarstovan má kanna og fylgja við, hvønn veg rákið fer og kanska eisini ávara viðhvørt. Men annars er upgávan yvir fyri politiska myndugleikanum at fylgja við, og jú fleiri eru um at meta um, tess betri gerst úrlitið.
Kreativa vinnan
Kjartan Kristiansen sigur, at spennandi er eisini at vita, hvussu kreativa vinnan í Føroyum ávirkast. Tí sera nógv hendir innan hesa vinnu í Føroyum í hesum døgum.
Spennandi er at vita, hvussu oljuvinna og fiskivinna ávirka tey og hvussu hetta sæst aftur týsdeagin, so eg eri sera spentur uppá Offshore Faroes 2005, sigur Kjartan Kristiansen.