Sum vit øll vita, so koma fleiri og fleiri ferðafólk til Føroya, umframt at føroyingar eisini ferðast nógv í egnum landi. Hetta merkir, at nógv fólk vitjar náttúruvøkru støðini í Føroyum.
Tvey teirra eru í Vági, Eggjarnar og Vágseiði og Dennis Holm, borgarstjóri í Vági heldur, at vit mugu gera tað vit kunnu fyri at varðveita hesar perlur.
- Tað liggur stór ábyrgd á okkum øllum at syrgja fyri, at hesar náttúruperlur eru innbjóðandi og atkomiligar, bæði hjá fólki her á leiðini og hjá vitjandi í Vági, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Vágs kommuna hevur tí avgjørt at raðfest at halda hesar náttúruperlurnar, gera tær innbjóðandi og atkomiligar og at tryggja atkomu fyri rørslutarnað.
Vesturi á Eiðinum eru borð og benkur settur upp og í næstum verður eisini ein kunningartalva sett upp. Samstundis er ætlanin at rudda upp og hampa nakað um økið í næstum.
Á Eggjunum er ætlanin at gera ovasta partin av vegnum niðan á Eggjarnar. Fólk í hópatali leita sær niðan á Eggjarnar um summarið at njóta vakra útsýnið og tá verður hetta kanska mest trafikeraða vegastrekkið í kommununi.
- Vit hava so nógvar perlur her á staðnum og áliggur tað okkum øllum at tryggja, at hesar náttúruperlur verða hildnar og viðgjørdar virðiliga, hetta er so enn eitt stig á leiðini hjá okkum at raðfesta ferðavinnuna, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.