- Mugu vera við í Black Friday

- Vit vóru ikki við í Black Friday átakinum, men kortini smittaði átakið eisini av á okkum, sigur Súsanna á Dul, leiðari í Maria Poulsen búnýti í Havn.

- Vit vóru ikki við í Black Friday átakinum, men kortini smittaði átakið eisini av á okkum, sigur Súsanna á Dul, leiðari í Maria Poulsen búnýti í Havn.

 

 

Hóast Black Friday í ár at síggja til var meira umfatandi enn undanfarin ár, so hava kortini ikki allir handlar tikið undir við átakinum enn. Ein teirra er Maria Poulsen búnýti í Havn, sum kortini hevði tilboðsavís júst hetta tíðarskeiðið – tó ikki undir navninum Black Friday.

 

 

Les eisini: Black Friday setti met í ár

 

 

- Vit hava ongantíð verið við, men vit høvdu okkara egnu avís úti tá og hava eina, sum kemur út aftur í dag, men júst Black Friday hava vit ikki verið partur av, greiðir Súsanna á Dul frá.

 

Men tað merkir kortini ikki, at Black Friday ikki smittaði av á handilin. Súsanna á Dul sigur, at tey høvdu sera nógv fólk á gátt fríggjadagin, og merktu avgjørt á søluni, at tað var ein serligur dagur. Og tí kunnu fólk eisini vænta, at tá ið Black Friday verður komandi ár, so verður tað eisini við Mariu Poulsen búnýti.

 

- Hetta er ikki eitt tilvitað frával, men meira nakað, sum vit ikki hava hugsað so nógv um. Men nú vindur hetta átakið alsamt meira upp á seg, og tí mugu vit vera við komandi ár, sigur Súsanna á Dul.