Løgmaður heitir nú á føroyingar um at vera siðiligir, og ikki at leypa fram av, nú limir í Sea Shepherd aftur eru komnir til Føroya. Tað gera hann í almennari fráboðan í morgun.
Hann vísir á, at hesi seinastu 30 árini hava djóraverndarfelagsskapir skipað fyri herferðum til Føroya við jøvnum millumbili, við tí endamáli at steðga grindadrápi.
- Nú djóraverndarfólk hava boðað frá, at tey aftur í ár koma til landið og skipa fyri átøkum, eiga vit ikki at leypa framav. Tí eins og vit hava rætt at veiða hval, eiga vit at virða rættin at mótmæla, sigur løgmaður
Hann staðfestir, at vit hava rætt at drepa grind og tað hava vit gjørt í øldir. Veiðan er burðardygg, og hon fer fram undir skipaðum umstøðum, har djóravælferð er í hásæti.
- Grindadráp er ein náttúrligur partur av lívinum her á okkara oyggjum og framvegis eitt kærkomið ískoyti til húsarhald kring landið.
- Men eins og rætturin at drepa grind er lógarfestur, er talifrælsi, og rætturin at mótmæla, tryggjað í grundlógini, og eru grundleggjandi partur av fólkaræðinum.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at landsstýrið og løgreglan eru í jøvnum samskifti um Sea Shepherd.
Hann sigur, at eitt er at mótmæla. Men verða landsins lógir brotnar, og fremja tey ágang á ognir og fólk, er tað ábyrgdin hjá løgregluni at taka sær av slíkum og at tryggja, at lóg og landaskil verða hildin, sigur hann.
- Seinasta summar komu mótmælisfólk í hópatali til landið, og Føroyar og grindadráp komu at standa fyri skotum. Flest allir føroyingar vístu tó fyrimyndarligan atburð og vístu í verki, at føroyingar eru friðarligir og gestablíðir.
- Tað eiga fólk stórt rós uppiborið fyri. Mín vón og áheitan er tí, at fólk aftur í ár vísa sama fyrimyndarliga atburð og ikki leypa framav, sigur løgmaður.