Mugu vera bjartskygdir

Meistaravónin hjá NSÍ fekk ein dyggan frammaná í Gundadali leygardagin. Men runavíkingar noyðast at trúgva upp á tað

- Hetta var í øllum førum eitt bakkast. Tað má eg siga. Men vit mugu bara trúgva upp á tað.
Tað er svarið, tá Jonhard Frederiksberg verður spurdur, um meistaravónin hjá NSÍ er fokin.
Sambært honum, so trúgva runavíkingar fult og fast uppá, at gullið endar í Runavík.
- Tað eru tveir dystir eftir, og nógv kann henda, sigur hann.