Fótbóltur
3-2 hjá Sjónvarpinum var sjálvandi partur av kvøldarundirhaldinum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, sum nú er farið mest sum í isolatión fram til dystin leygardagin.
Eftir at hava sæð brotini frá 1990 spurdu vit Atla Danielsen, hvat tað hevur at siga fyri landsliðið í dag, at tað er júst Eysturríki, sum er mótstøðuliðið leygardagin.
- Tað hevur verið øgiligt uppmerksemi kring hendan dystin, og sjálvandi ynskja vit at endurtaka tað úrslitið, sum Føroyar fingu ta ferðina.
- Men akkurát tað úrslitið fáa vit ikki brúkt til so nógv. Vit eru noyddir at fara á vøllin og levera eitt 100% arbeiði, og so mugu vit vita, hvussu tað røkkur.
Bæði í blaðnum her í dag og í 3-2 í gjár segði Jóannes Jakobsen, at alt tosið um avrikið ta ferðina eigur at at motivera dagsins spælarar til at prógva, at teir eru minst líka góðir. Er tað nakað, sum tit fáa brúkt tann vegin.
- Ja, tað kann tað, men hinvegin er aftur galdandi, at vit fáa ikki brúkt tað til so øgiliga nógv. Eg skal ikki siga, at tað leggur eyka trýst á okkum, men vit vilja sjálvandi eisini vísa, at vit duga.
Tað vakti sjálvandi kenslur her heima, tá Eysturríki kom úr pottinum. Men minnist tú yvir høvur tann dystin?
- Eg minnist ikki nógv. Eg var sjey ára gamal, og øll heima hjá okkum hugdu sjálvandi eftir dystinum. Tað, sum stendur sterkast í minninum er, at pápi mín gjørdist somikið glaður, tá Føroyar skoraðu. Hann lyfti meg upp, og úrslitið varð, at eg smekkaði høvdið í eina lampu.










