Mugu varðveita hjúnarbandið

Hjúnarbandið er mest grundleggjandi instutitiónin í samfelagnum, og tí má hetta ikki umgerast

Tað sigur Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur, sum í lesarabrævi hevur víst á, at hann metir hjúnarbandið vera definerað av, at talan er um tvey fólk av hvør sínum kyni.

 

Samstundis vísti hann á, at hetta kann vera við til at lata dyrnar upp fyri øðrum hjúnarbandsformum – eitt nú fleir- og systkinagiftum.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum Rúni segði í viðtali við Rás2 fyrr í dag.