Oljumessa
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Thor hevur skip í frálandavinnu kring allan knøttin. Vit halda tað vera rætt at vera við og vísa umverðini, at vit trúgva uppá eina komandi føroyska oljuvinnu sigur Gunnbjørn Joensen, stjóri á Thor. Hann sigur, at fyri teirra fyritøku hevur kundarøkt sera nógv at siga. Á slíkari messu hitta tey nógvar av kundunum og sjálvandi roynir ein altíð at lofta onkrum nýggjum kunda eisini. Gunnbjørn Joensen sigur annars, at tú verður møttur av bjartskygni alla staðni í hesi vinnuni. Og her tað sjálvandi oljuprísurin, sum er orsøkin men eisini tí, at eftirspurningurin av tænastum er so stórur.
-Vit mugu so bara vóna, at prísirnir halda sær, tí tað skulu høgir oljuprísir til fyri, at tað kann løna seg at leita eftir olju her hjá okkum og um vit veruliga halda og vóna, at oljan skal vera týðandi partur av okkara framtíðar vinnugrundarlagi.
Sjálvur heldur Gunnbjørn, at tað er rætt at vera við á slíkum messum, og ikki minst, at vit gera hetta í felag.
Thor kring knøttin
Thor í Hósvík er ein av fyritøkunum her á landi, sum rættiliga hevur megnað at bygt upp eitt virksemi í oljuvinnuni. Hetta er gjørt miðvíst gjøgnum mong ár, og í dag er eftirspurningurin eftir tænastum frá Thor stórur. Hetta tí at fyritøkan arbeiðir sera professionelt, hevur góð fólk og góð skip. Í løtuni umsitur fyritøkan eini 10 til 11 skip í frálandavinnuni. Hesi í í Meksikanska Flógvanum, í Mauritanina, í Svartahavinum og í norska, danska og bretska partinum av Norðsjónum.
Umframt hesi skip eigur fyritøkan eisini tvey fiskiskip umframt at tað eisini er reiðarí hjá størri trolara. Thor er so eisini umboð fyri flestu av seismikkskipunum, sum gera kanningar við Føroyar. Í ár hevur verið nógv at gera og hevur tað gingið uppá stás. Gunnbjørn Joensen vísir á, at útlendsku skipafeløgini hava eisini verið sera væl nøgd við føroysku tænasturnar ikki minst flutningin av fólki við tyrlunum hjá Atlantsflog. Í dag munnu arbeiða eini 130 fólk hjá Thor kring knøttin.