Arbeiðsmarknaður
Tá í Føroya Arbeiðarafelag og havnar Arbeiðsmannafelag fóru í verkfall í vár, varð serliga nógv tosað um alivinnuna ð og ikki minst tað, at arbeiðið at basa ILA sjúkuni í Fuinningsfirði, varð tarnað.
Tá vóru røddir frammi um, at reglar áttu at vera settar fyri at friða alivinnuna fyri verkgføllum á arbeiðsmarknaðinum.
Serliga áttu reglar at verða settar í verk, so at arbeiðið á niðurberja sjúkur í alivinnuni í hvussu so er ikki varð tarnað.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, segði tá, at hann fór at reisa spurningin.
Síðani hoyrdist onki aftur.
Landsstýrismaðurin sigur, at onki meiri er hent í málinum. Men hann er framvegis sinnaður at reisa spurningin.
? Vit fara at reisa málið í samband við onkran av teimum fundum, sum vit regluliga hava við vinnuna.
Bjarni Djurholm sigur, tað hevði sera stórar avleiðingar fyri alifelagið í Funningsfirði, at arbeiði at niðurberja ILA sjúkuna varð tarnað, og steðgaði verkfallið ikki akkurat tá ið tað steðgaði, er yvirhøvur ilt at hugsa sær avleiðingarnar av tí.
? Eg fari at reisa spurningin um vit ikki í ávísum førum eiga at seta reglar fyri at friða djórahald yvirhøvur frá verkfallum í ávúsum førum.
Hann hugsar sostatt ikki bara um aling, men eisini um annað djórahald. Eitt nú neytahald.
Tað, hann hugsar um, er at tað skal bera til at friða djórahald fyri verkfalli í eini neyðstøðu, sum talan var um í Funningsfirði í vár.
Hann sigur, at vit mugu staðfeasta, at í verkfallinum, vórðu fakligar leiðbeiningar frá landsdjóralæknaum í eini neyðstøðu, ikki fylgdar og tað er ein spurningur, vit eiga at viðgera.
? Tað kundi einsvæl verið talan um eina sjúku í einum fjóri, sum tað ikki hevði borið til at niðurbart.
Bjarni Djurholm sigur, at hóast djórahald av ymsum slag, ikki minst alingin, hevur alstóran týdning fyri samfelagsbúskapin, ger hann hetta ikki bara av fíggjarligum orsøkum.
Hetta er ein spurningur, sum vit eiga at viðgera út frá einum djóraetiskum sjónarmiði, sigur hann.
Men hann ásannar eisini, at skal nakað henda á økinum, skulu helst allir partar á arbeiðsmarknaðinum onkusvegna viðurkenna, at hetta er eitt øki í samfelagnum, sum tað tænir øllum pørtum at gera undantøk fyri, um ósemjur stinga seg upp.
Men hann skilir væl um arbeiðarafeløgini fara at uppfata hetta sum eitt inntriv í teirra rættindi at fara í verkfall.
Hvat hendir, um onkrir partar av arbeiðsmarknaðinum seta seg ímóti tí, veit hann ikki.