Mugu umhugsa alternativa havn

Petur Hans Dahl, lærari á Føroya Sjómansskúla, heldur, at nú mugu myndugleikar og reiðarí umhugsa at geva Norrönu eitt annað alternativ sum atløgupláss, so at skiparin ikki verður noyddur at leggja at í ivasomum veðri

? Tá vindurin er 22-24 metrar um sekundi inn á síðuna á Norrönu, liggur eitt trýst á umleið 100 tons á skipinum, og tá hjálpir eingin skrúva at halda skipinum uppá pláss.
Hetta sigur Petur Hans Dahl, ið er skipsførari, og starvast sum lærari á Føroya Sjómansskúla í Havn.
Hann hevur roknað út, hvussu stórt trýstið er á Norrönu, tá vindurin er so nógvur, sum hann var mikudagin um middagsleitið, tá størsta ferðamannaskip okkara rendi á land heilar tríggjar ferðir.
Norröna hevur onga bógskrúvu har afturi á skipinum, og tí er torført at leggja skipið í Havn. Óhappið hendi, tá Norröna brádliga fekk nógvan vind inn á síðuna, og tí misti skiparin tamarhaldið á tí stóra farinum, sum bleiv trýst á land. Tá hann so skuldi útaftur av vágni rendi afturendin á skipinum á molan. Tá Norröna so aðru ferð kom innaftur um molan fór hon á land á sama staði við ískeiina.
? Nógv skipskøn undraðust stórliga, tá nýggja Norröna kom til landið, tí at hon hevði ongar bógskrúvur har afturi á skipinum, sigur Petur Hans Dahl. Hann nevnir í sama viðfangi, at Norröna upprunaliga varð bygd til at sigla nógv á Havnina, men hóast tað hevði hon ongar bógskrúvur har afturi á skipinum. Hetta hevði sjálvandi verið eins stórur fyrimunur.
? Hetta var eitt óhapp sum hetta kundi væntast fyrr ella seinni, tí trupulleikin er, at skipið ikki fær stýrt reyvini, tá ongar bógskrúvur eru, sigur lærarin.
Fyri at Norröna kann flyta afturpartin á skipinum, skal hon nýta ferðina, sum hon hevur inneftir vágni til at svinga afturpartin á skipinum.
? Af skade bliver man klog, sigur Petur Hans Dahl, og hann heldur, at myndugleikar og reiðarí avgjørt mugu umhugsa at finna annað atløgupláss, sum kann nýtast í ringum veðri.

Eingin sjófrágreiðing ásett
Fríggjadagin fyri middag hevði Smyril Line biðið Føroya Rætt um eina sjófrágreiðing, men enn er ikki greitt, nær henda frágreiðing verður.
Annars vórðu boð sent eftir Claire hóskvøldið, sum skal flyta farm av landinum, og gamla Norröna varð eisini boðsend til at røkja farleiðina hjá Smyril Line.
Broytt siglingarætlan verður sett í gildi í dag, leygardagin, og heldur fram til nýggja Norröna kemur í sigling. Gamla Norröna fer at sigla tveir túrar til Danmarkar um vikuna. Hesa tíðina verður ikki siglt til Bergen og Seyðisfjarðar.