"At leggja tey menninskansligu virðini í politikkin, so at politikkurin alla tíðina hevur sum mál at skapa eitt betri og eitt tryggari samfelag-lata politikkin stutt og greitt snúgva seg um menniskjuni".
Løgmaður Jóannes Eidesgaard boðaði í fyrstu løgmansrøðu síni á ólavsøku um, at bjartasta málið ein samgonga kann seta sær er at skapa eitt gott samfelag fyri øll.
Í vár hava tríggir samfelagslesandi føroyingar á lærda háskúlanum í Roskilde kanna støðuna hjá einligum mammum í Havn í teirra BA-uppgávu, og talan er um alt annað enn eina sólskinssøgu hjá føroyska vælferðarstatinum.
Einligu mammurnar í høvuðsstaðnum hava ómetaliga torført við at fáa endarnar at røkka saman, og samanborið við støðuna hjá einligum mammum í okkara grannalondum, eru føroysku mammurnar illa fyri.
Teir tríggir samfelagslesandi Rókur Jakobsen, Jóhann Lutzen og Fróði Jacobsen rópa tí varskó til politiska myndugleikan um at taka hendan illa sperda bólk í føroyska samfelagnum í størri álvara.
Fáar hentleikar
Kanningin av einligum mammum er bygd um samrøður við sjey ymiskar kvinnur, sum búgva í høvuðstaðnum.
Felags fyri hesar kvinnurnar er, at inntøkugrundarlagið hjá teimum er ómetaliga lágt og røkkur ikki til vanligar hentleikar, ið eyðkenna gerandisdagin hjá flestum okkara. Millum hesar hentleikar kunnu nevnast Biograf-, cafe- og býtúrar, ið hesar kvinnur sjáldan kunnu ditta sær at royna.
Flestu klæðini verða keypt á útsølu, og peningur er heldur ikki tøkur til at rinda sjónvarps- og útvarpgjaldið. Fleiri hava eisini kent seg noyddar at útseta rokningar fyri hava pening til føðingardagar og konfirmasjónir. Tað kemur eisini javnan fyri, at einligu mammurnar kenna seg noyddar at yvirdraga kontuna fyri at fáa røkkarnar at hanga saman.
Felags fyri mammurnar er, at tær altíð seta tørvin hjá børnunum frammum sín egna. Hóast einligu mammurnar hava lítið fíggjarliga at geva av, verður nógv lagt fyri, at børnini hava tað gott.
Hvønn leygardag ganga tvey fólk runt í handlum í Havn fyri at savna saman frukt og grønmeti, ið er um at fara um seinasta søludag. Handlarnar lata fruktina og grønmetið ókeypis, og gávan verður latin illa sperdum húsarhaldum. Fleiri av einligu mammunum gera sær dælt av tænastuni, tí peningur røkkir ikki til frukt og grønmeti í gerandisdegnum.
Solidariteturin avgerandi
Hóast allar kvinnurnar eru illa sperdar fíggjarliga, megna flestu teirra kortini at hóra undan. Tað er kortini ikki við hjálp frá tí almenna, men hinvegin hollur stuðul frá familjuni, sum ger, at einligu mammurnar klára seg sømuliga. Familjurnar hjálpa við mati, barnaansing, peningi og bústaði.
-Vit erpa okkum av at hava ein vælútbygdan vælferðarstat, har tað almenna veitir fólkum, ið ikki klára seg, ein hjálp. Kortini fáa einligu mammurnar alt ov lítið til at klára seg nøkunlunda. Teirra inntøkugrundarlag er langt undir miðal hjá vanligum einstaklingum og familjum, og tær hava tí ongan møguleika at liva á sama støði, sum vit onnur. Tað er ikki føroyski vælferðarstaturin, ið kann breggja sær av at nakrar av hesum kvinnum kortini klára seg nøkunlunda. Høvdu tær ikki havt eitt vælfungerandi sosialt netverk, hevði støðan verið heilt hættislig, siga teir tríggir samfelagslesandi á lærda háskúlanum í Roskilde.
Teir vísa á, at siðvenjan í Føroyum við veita teimum nærmastu hjálp, tá illa á stendur, kemur veruliga til sjóndar, tá vit tosa um einligar mammur.
-Søguliga hevur vælferðin í Føroyum verið tryggja við at tey nærmastu hjálpa hvørjum øðrum. Vit kenna jú søgurnar um einkjurnar í bygdasamfelagnum, sum fólk vóru fús at hjálpa við mati og øðrum. Sami solidaritetur kann sigast at vera galdandi hjá einligu mammunum í dag, vísa Rókur, Jóhann og Fróði á.
Orðið ein sosialpolitikk
Vælferðarstaturin hevur í fleiri áratíggju verið stoltleikin hjá Norðanlondum, men á fleiri økjum eru føroyingar eftir bátar. Kanningin hjá teimum trimum vísir greitt, at inntøkugrundarlagið hjá føroysku kvinnunum er væl lægri enn eitt nú í Danmark. Fremstu orsøkirnar til lága inntøkugrundarlagið hjá einligu mammunum í Havn er ov høgir húsaprísir og ov lágar sosialar veitingar.
-Danski staturin tryggjar einligu mammunum eina rímuliga vælferð, meðan føroysku mammurnar í stóran mun eru noyddar at dúva uppá familju og vinir. Hetta er ein beinleiðis andsøgn við, at vit eru partur av danska ríkinum og fáa eina heildarveiting til at menna ein vælferðarstat, sum kann tryggja øllum rímulig livikor.
Teir tríggir samfelagslesandi á lærda háskúlanum í Roskilde eru á einum máli um, at føroyingum vanta ein veruliga sosialpolitikk.
-Tað er ein sannroynd, at tingið er mannað við 29 monnum 3 kvinnum og hetta sæst eisini aftur. Áhugamálini hjá monnum snúgva seg um asvalt, havnir og fiskivinnu, meðan sosialpolitikkurin ikki vekir stórvegis áhuga, og tað er harmiligt. Politikararnir hava ongantíð veruliga meldað út, hvussu føroyska samfelagið skal mennast á sosiala økinum. Spurningur kann avgjørt setast við um tað er nøktandi, at tað er sosiala netverkið hjá einstaklinginum, ið ger av um fólk klára seg ella ikki. Tað má verða vælferðarstaturin, sum tryggjar fólki rímulig livikor, slá Rókur, Jóhann og Fróði fast.
Teir nevna skipanina við bústaðartrygging(boligsikring, blðm), sum kundi verið eitt frálíkt ískoyti hjá einligu mammunum, tí júst høgi bústaðarprísurin er ein stór forðam hjá mammunum.
Bústaðartryggingin er ein solidarisk skipan, sum tryggjar teimum veikastu í samfelagnum betri kor. Ískoytið verður regulerað eftir, hvussu høg húsaleigan er í mun til inntøkustøðið.










