Veðurtíðindini eru so vánalig, at tað er ikki ráðiligt at hava ætlaða fólkafundin í Lítlu Dímun í morgin og tí er hann útsettur til mitt í summar Tað er nú greitt, at tað verður ongin fólkafundur í Lítlu Dímun á hesum sinni.
Í sambandi við tiltakið ?Vilt í Hvalba,? var eitt tað mest forvitnisliga tiltakið ein fólkafundur, sum skuldi vera í Lítlu Dímun seinnapartin í morgin, leygardagin.
Fundarfólkið skuldi flúgvast út við Tyrlu og heimaftur kundu tey velja, um tey vildu flúgva, ella síga niður á helluna og so inn í báti.
Røðari skuldi vera Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður og tiltikin røðari og hóast tiltakið kostaði 1200 krónur, var gravgangur eftir at sleppa við og eftir ongari tíð vóru øll tey 125 ferðaseðlarnir seldir.
Men veðrið er so mikið ivingarsamt ímorgin við nakað av vindi eystaneftir og kanska regni og mjórka og tí hava fyrireikararnir gjørt av avlýsa fólkafundin í Lítlu Dímun í morgin.
Ístaðin verður fundurin leygardagin 14. juni.
Fyrireikararnir vilja ikki koma í ta støðu, at sita í vánaligum líkindum í Lítlu Dímun við 125 fólkum og tí er tiltakið avlýst.
Tey, sum vilja hava peningin fyri ferðaseðilin aftur, kunnu venda sær til fyrireikararnar.










