Danskir prestar hava mangan kjakast hart um prestagerningin og fólkakirkjuna, men Kirkjumálaráðið vil nú hava prestarnar at stýra sær betur – eisini á Facebook. Teir skulu ikki koma við útsagnum, sum kunnu ganga út yvir frið og æru í kirkjuni. Fleiri prestar finnast harðliga at vegleiðingini frá Kirkjumálaráðnum.