Mugu tora við elituni

Sum fyrrverandi elitusvimjari kennir Jon Hestoy krøvini, sum skulu til, um svimjingin skal røkka nóg langt. Og millum málini, sum nú eru sett, er eisini at fáa myndugleikarnar við í spælið at eggja føroysku elituni at gerast enn betri

Svimjing

 

Framúr avrikini hjá føroyskari svimjing seinnu árini – og serstakliga Pál Joensen – hava givið føroyskari svimjng eina vón um eina sonevnda Pál-effekt, har avrikini hjá trífalda EM-vinnaranum kunnu kveikja ein enn størri áhuga fyri svimjing kring landið.

Og Jon Hestoy slær samstundis fast, at avrikini hjá Pál bera við sær, at føroysk svimjing í dag stendur í eini einastandandi støðu, tá tosað verður um at fremja elitumenning.

- Møguleikin, sum Pál hevur givið okkum, er, at vit ikki skulu argumentera út frá eini hugsaðari støðu um, hvussu langt vit kundu rokkið, um vit høvdu hesar ella hasar karmar. Veruleikin er, at vit í dag eiga ein trífaldan europameistara, og tað er prógv um, at vit eisini í Føroyum eiga talentini, sum kunnu vinna allan vegin á mál.

- Tað, sum er umráðandi í hesum sambandi, er, at vit tora at taka tey allar bestu burtur úr rúgvuni og stuðla hesum. Sjálvandi skulu tilboð vera til øll, tí uttan breidd er eingin elita. Men samstundis mugu vit tora at kalla ein spaka fyri ein spaka, soleiðis at vit pilka tey allar bestu burturúr, og geva teimum ein møguleika at satsa upp á ítróttina. Skulu vit veruliga lyfta tey fremstu upp, so mugu vit tora at velja hesi burtur úr rúgvuni, sigur Jon Hestoy.

Tí er eitt av málum hansara eisini at koma í samráðingar við Mentamálaráðið og skúlaleiðslur um elituspurningin, soleiðis at fíggjarligu og útbúgvingarligu karmarnir vera best møguligur hjá fremstu føroysku ítróttarfólkunum.