Mugu tora at steðga harðskapi móti børnum

Harðskapur Um tú á jólum sær, at eitt barn er fyri onkrum slagi av harðskapi, hevur tú skyldu at boða barnaverndartænastuni og politinum frá, en tú hevur um vaksin eisini skyldu til at leggja uppí, sigur Ingvør Justinussen, varaleiðari í Gigni

Jólini vera umrødd sum gleðihátíðin mikla. Jólini eru barnanna hátíð, verður eisini sagt.
Men langt frá øll børn hava tað hugnaligt á jólum. Summi stúra veruliga fryi høgtíðini.
- Vit vita bæði frá familjunum og børnunum, at jólini ikki altíð eru so stuttlig. Men hvussu nógvar familjur hava tað ringt á jólum, vita vit ikki, sigur Ingvør Justinussen, heilsurøktarfrøðingur og varaleiðari í Gigni.
Harðskapur móti børnum fer eisini fram í heimum, har ikki verður drukkið, men tað er ein sannroynd, at um jólini eru nógv veitsluhald, nógv verður drukkið, og undir teimum umstøðunum hava nógv børn tað ringt.
- Tað nýtist ikki vera beinleiðis harðskapur móti børnum, at tey skulu hava tað ringt. Tað kann eisini harðskapur móti øðrum í familjuni, til dømis mammuni. Børn uppliva eisini umsorganarsvík, sigur Ingvør Justinussen.

Síggja nógv
Neyvan nakar hevur líka gott innlit í viðurskiftini hjá familjum heima. Hvør nýføðingur fær vitjan av heilsufrøðingi, og hetta gevur temum innlit í, hvussu heimalívið er, og m børnini hava tað gott.
Miðað verður eftir, at hvørt skúlabarn eina ferð um árið sleppur til samrøðu við ein heislufrøðing.
- Tá tosa vit við børnini um, hvussu tey hava tað, men tey siga ikki altíð beinanvegin, um tey hava verið fyri onkrum harðskapi heima. Ofta siga tey fyrt, at tey hava ilt í búkinum, vit síggja, at tey eru óglað og ikki rívast. Tað skulu mangan fleiri samrøður til, áðrenn børnini lata upp og siga sum er.
Tá ið ein heilsufrøðingur tosar við eina familju í trupulleikum, siga tey vaksnu eisini ofta, hvat er galið.

Øll hava fráboðanarskyldu
Ingvør Justinussen minnir á, at øll hava fráboðanarskyldu. Bara um tú so mikið sum fær frænir av, at eitt barn antin hevur verið fyri harðskapi ella umsorganarsviki, hevur tú skuldu at boða bæði barnaverndartænastuni og politinum frá. Vanlig fólk kunnu senda inn fráboðan ónevnd, men fakfólkini skulu leggja navn til.
Neyðugt er at boða frá bæði til barnaverndartænastuna og politiið, tí eitt barnaverndarmál nýtist ikki at enda sum politimál. Allur harskapur er ikki sjónligur, og nógvur sálarligur harðskapur er.
Tað er ikki til at vita, um harðskapurin móti børnum veksur, ella fólk eru meira gløgg at fáa eyga hann og boða frá.
- Vit royna alla tíðina at útbúgva okkum fyri at duga hetta betur, sigur Ingvør Justinussen.

Mugu tora at tala at
Tað ber til alt samdøgrið at senda barnaverndartænastuni og politinum fráboðanir, men hvat gera tann, sum eitt nú jólaaftan verður vitni til, at eitt barn er offur fyri onkrum ágangi.
- Har eiga vit sum vaksin fólk at tora at leggja upp. Vit eiga at tora at siga frá. Tað er trupult, og ofta eru fólk i iva, um tað r harðskapur, men har siga vit, at tann ivin eigur at koma barninum til góðar, sigur Ingvør Justinussen.