Mugu taka støðu til flóttafólk í Føroyum

FLÓTTAFÓLK Nú mugu vit taka spurningin upp um flóttafólk í Føroyum, sigur Katrin Dam á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty International í Føroyum

Føroyingar mugu taka eina greiða støðu til flóttafólkaspurningin, og um vit skulu taka ímóti flóttafólkum í Føroyum ella ikki.
Tað heldur Amnesty International í Føroyum.
Katrin Dam á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty í Føroyum, hevur lagt til merkis, at spurningurin um flóttafólk varð næstan ikki tikin upp á tunguna, tá ið politikararnir týsdagin høvdu aðalorðaskifti um integratión.
Hon sigur, at sum so er vanlig integratión uttanfyri virkisøki hjá felagsskapinum.
- Okkara arbeiðsøki eru brot á mannarættindi og tað eru spurningar í hesum sambandi, vit takast við.
Kortini viðgongur hon, at tey í Amnesty harmast um, at flóttafólkaspurningurin ikki verður viðgjørdur í hesum sambandi, tí tað er eitt so stórt og týdningarmikið mál, sigur hon.
- Tað verður staðfest, at ongi flóttafólk eru í Føroyum og at integrera flóttafólk er eisini heilt onnur og nógv størri uppgáva at integrera útlendingar annars.
Tað verður eisini staðfest, at tað er ógvuliga ivasamt, um Føroyar, sum partur í danska ríkinum, yvirhøvur hava skyldu ella kanska enntá heimild til at yvirtaka flo?ttaøkið.
Somuleiðis verður staðfest, at økið er so umfatandi, at í roynd og veru er tað eisini at kalla o?møguligt hjá føroyingum at umsita økið á nøktandi ha?tt.
Tí heldur arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt integratiónsálitið, at politikarar eiga at umhugsa um tað yvirhøvur er ra?ðiligt at yvirtaka flóttafólkamál, hóast útlendingamál annars, verða yvirtikin.


Má takast upp
At álitið um integratión ikki ger nakað burtur úr flóttafólkaspurninginum, speglaðist eisini aftur í aðalorðaskiftinum, tí tann spurningurin var at kalla ikki nevndur.
Aðalskrivarin í Amnesty í Føroyum fegnast um at føroyingar hava sett integratión á dagsskrá og hennara vón er, at nakað spyrst burtur úr.
Skulu vit yvirtaka útlendingaøkið, er tað av stórum týdningi, at vit hava ein integratiónspolitikk, sigur hon.
Men hon heldur, at flóttafólk er ein spurningur, vit eisini eiga at taka upp í Føroyum.
- Í Amnesty taka vit ikki støðu til um Føroyar skulu yvirtaka flóttafólkaøkið og vit taka heldur ikki støðu til um vit skulu hava flóttafólk í Føroyum.
Men Katrin Dam á Neystabø sigur, at tað hevur stóran týdning at viðgera spurningin í Føroyum, so at vit verða tilvitað um hendan trupulleikan.
Av tí, at hetta ikki er viðgjørt, fer Amnesty í Føroyum sjálvt at taka málið upp á kjakfundi í næsta mánað.
- Vit eiga at fáa eitt orðaskiftið í lag og gera greitt fyri okkum sjálvi, um vit skulu átaka okkum ábyrgd á hesum øki, og hví vit skulu gera tað - ella, hví vit ikki skulu gera tað.
- Tað er neyðugt, at vit verða upplýst um málið, so at vit verða brynjað at taka eina støðu til málið, sigur aðalskrivarin í Amnesty í Føroyum

Ikki til reiðar
Katrin Dam á Neystabø ásannar, at sum støðan er í Føroyum í dag, eru vit ikki til reiðar at taka ímóti flóttafólki, tí tað er so avbjóðandi
- Men vit eiga at seta okkum spurningin, um hetta er nakað, vit eiga at arbeiða fram ímóti og hvat, fer tað at krevja av okkum.
- Og í tí sambandi eiga vit eisini at gera okkum greitt, hvat krevst av okkum sum samfelag, skulu vit taka ímóti flóttafólki, sigur aðalskrivarin í Amnesty í Føroyum.
- Í dag eru vit rættiliga óupplýst um hesi viðurskifti og tað eiga vit at broyta. Og út frá einum mannarættinda sjónarmiði, er tað ikki rætt at skúgva málið til viks og lata vera við at taka støðu til tað, tí tað er ein so grundleggjandi trupulleiki, sum vit eiga at hava eina støðu til, leggur hon afturat.

LES EISINI GREININA: Politikarar taka stak væl undir við Kára
LES EISINI GREININA: Kostar 7,2 milliónir
LES EISINI GREININA: Mugu krevja at útlendingar skulu læra seg føroyskt
LES EISINI GREININA: Skulu ikki bara koma til Føroya at fylla sær búkin