Tíðliga næsta ár eru útlit fyri, at tey, sum ferðast við Teistanum úr Skopun til Gomlurætt, kunnu bíleggja sær ferðaseðil á internetinum. Tað sigur Aksel V. Johannesen, virkandi landsstýrismann í samferðslumálum.
Fyri nøkrum árum síðani varð ein skipan sett í verk, at tey, sum ferðast við Teistanum av Gomlurætt til Skopunar, kunnu keypa sær ferðaseðil á internetinum.
Men hendan bíleggingarskipanin er ikki sett í verk, tá ið siglt verður úr Skopun til Gomlurætt, og orsøkin til tað er, at, borgarstjórin í Skopun vildi ikki góðtaka tað.
Í hesum sambandi hevur Gerðhard Lognberg, sum er borgarstjóri í Skopun, víst á, at tað eru nógv fólk, mest eldri fólk, sum ikki eru so kring í at brúka teldu, ella sum hava teldu yvirhøvur.
Og hann heldur, at hjá teimum er ein bíleggingarskipanin eitt bakkast, tí skulu allir ferðaseðlarnir keypast á internetinum, er vandi fyri, at tey koma at standa eftir.
Jónleif Johannesen, løgtingsmaður staðfestir, at tað er ein stórur vansi fyri tey, sum ferðast úr Skopun til Gomlurætt, at tey ikki kunnu bíleggja ferðina á internetinum, tí tey vita ongantíð um tey sleppa við og undir øllum umstøðum er bíðitíðin ótoland long.
Og hann heldur, at í hesum føri mugu tey syrgja fyri at taka ynskini hjá borgarunum til eftirtektar.
Bæði Jónleif Johannesen, og landsstýrismaðurin, siga, at teir fáa óteljandi áheitanir frá fólki um at fáa skipanina at virka báðar vegir um Skopunarfjørð.
Og Aksel V. Johannesen sigur, at Strandferðslan arbeiðir við at fáa bíleggingarskipanina til at virka á túrunum úr Skopun eisini, og hann hann væntar ikki, at ein loysn er langt burtur. Tað verður nokk tíðliga næsta ár, at tey, sum ferðast um Skopunarfjørð, kunnu bíleggja ferðaseðilin á netinum báðar vegir, sigur Aksel V. Johannesen.