Mugu svara aftur

Ein av føroysku leikarunum, sum ofta var í hornatøkum við norsku mótstøðumenninar var Hans Áki Dal-Christiansen.
Í álopspartinum fekk hann fleiri ferðir kærleikan at kenna frá beinleiðis mótstøðumanni sínum, og í verjupartinum var tað serliga norski strikuspælarin, sum tóktist strævin at fáast við. Hetta gav úrslit í nógvum og hørðum nærdystum, men hetta tóktist tó ikki vera nakað, sum nervaði Kyndils-leikaran.
- Tú ert eisni noyddir til at taka slíkar nærdystir. Gevur tú ikki av somu skuffu, so missur tú skjótt takið, og so er slagið tapt. Teir royndu eisini at kysa okkum niður, og eina løtu haldi eg, at tað eydnaðist hjá teimum, soleiðis at vit fóru niður við nakkanum. Tað hevur man ikki ráð til í slíkum dystum, og vit mugu læra okkum at tveita virðingina burtur í slíkum førum. Tað dugdu vit ikki nóg væl hesaferð, men tað er so nakað, sum vit mugu læra okkum, helt Hans Áki eftir dystin.