Uppflyting
Hans Fróði Hansen kom undan vikuskiftinum til Føroya. Tá hann mánakvødlið hoyrdi, at tað var eydnast gomlu liðfeløgunum í Sogndal at vinna sær pláss í bestu deildini, fegnaðist hann saman við teimum.
? Sjálvandi hevði eg viljað verið á liðnum, sum flutti upp, og eg ynski teimum alt tað besta í komandi kappingarári. Tá eg flutti til Noregs var tað við tí vón, at eg skuldi fáa høvi at royna meg í bestu deildini. Nú hevði møguleiki verið fyri tí. Men eg iðri meg ikki um avgerðina, sum eg havi tikið. Avgerðin um at flyta aftur til Føroya er búnað so við og við, og hana standi eg við, sigur Hans Fróði Hansen, sum komandi kappingarár skal spæla við B68 í bestu føroysku deildini í staðin fyri at spæla við Sogndal í bestu norsku deildini.
Hans Fróði heldur, at um Sogndal skal standa seg í bestu deildini, so verður neyðgt hjá teimum at keypa spælarar við royndum:
? Í Sogndal eru nógvir evnaríkir spælarar. Men teir flestu eru ungir og hava tískil ikki tær nógvu royndirnar. Royndirnar eru sera týdningarmiklar, um liðið skal standa seg væl. Tí er tað neyðugt hjá Sogndal at keypa kanska einar tríggjar ella fýra spælarar við royndum frá bestu deildini.
Væntar tú, at Kurt Mørkøre og Julian Johnsson fara at standa seg?
? Teir hava fleiri royndir enn nógvir av liðfeløgunum. Allir føroyingar vita, at teir báðir hava rætta hugburðin, og hjá teimum báðum verður uppflytingin heilt víst góður íblástur til komandi kappingarár.
Í heyst var Rógvi Jacobsen, sum tá spældi við KÍ, men sum komandi kappingarár skal spæla við HB, og royndarvandi í Sogndal. Sogndal segði honum, at teir ikki kundu bjóða honum sáttmála nú, men teir vildu hava hann at royndarvenja og spæla venjingardystir eftir ársskiftið.
Spurningurin er so, um tað hevur styrkt møguleikan hjá Rógva at koma til Sogndal, at teir eru fluttir upp. Um Sogndal framvegis hevði verið í næstbestu deildini, so høvdu teir ivaleyst mist onkrar av teimum bestu spælarunum, og so hevði verið neyðugt at sett ungar spælarar við. Tað verður ikki neyðugt, nú teir hava vunnið sær sess í bestu deildini. Men Rógvi hevur sjálvur møguleikan at vísa norðmonnunum, hvør dugur er í honum, tá hann eftir ársskiftið fær møguleikan at royndarvenja við teimum.