Mugu stuðla hvørjum øðrum

- Tað kann ikki vera rætt, at vit sum samfelag eru so veik, at vit mugu eksportera børnini, sigur Evy. Hon og Selma hava havt stóra gleði av hvørjari aðrari

Fyri Evy hevur tað verið torført at vera opin um trupulleikarnar hjá dóttrini, og hon sigur, at hetta er eitt eyðkenni hjá flestu familjum, sum hava børn við slíkum ósjónligum sjúkueyðkennum sum ADHD.

Øll hugsa,  »tað er bara eg«, men tað passar jú ikki, og eingin orkar at bera slíkt einsamallur, staðfestir hon. Tey seinastu árini hava hon og Selma stuðla hvørja aðra, tá ið illa hevur staðið til.

- Eg kann ringja til Evy, tá eg ikki orki meir, og hon skilur meg altíð, og vit kunna práta og biðja saman, sigur Selma. Onnur hava hinvegin ofta torført við at skilja, hvussu gerandisdagurin hjá slíkum børnum er, tí brekið er ósjónligt.

Evy heldur, at tørvur er á einum felagið fyri foreldur at børnum við ADHD, og hon vónar, at henda blaðviðgerð kann vera eitt fyrsta stig til hetta. Selma er samd.

- Tað eru nógv foreldur, sum ikki orka at berjast, og tað kann ikki vera rætt, at børn ikki verða hjálpt, fyrr enn foreldrini eru um at drukna og sjálvi mugu berja seg fram til eina bjarging.

Menningin innan viðgerð og stuðul til børn við ADHD hevur verið stór í londunum rundan um okkum seinastu árini, og tí er tað ónøktandi, at Føroyar slett ikki fylgja við, siga tær báðar.

- Sjálvt grundleggjandi vitan manglar her heima. Foreldur, pedagogar, lærarar, ja sjálvt politikarar høvdu havt gott av at fingið meira at vita um hesi børnini og hvønn tørv tey hava.

Tær kenna báðar til fleiri familjur, sum eru fluttar av landinum, tí børnini ikki fáa hjálp her, og lívið tí verður ótolandi fyri alla familjuna.

- Tað kann ikki vera rætt, at vit sum samfelag eru so veik, at vit mugu eksportera okkara børn, sigur Evy avgjørd.