á vit eftir dystin millum HB og B36 fingu orð á ein av teimum meira royndu HB-leikarunum, vildi hesin ikki nevna orðið, kreppa, men Jóhannis Joensen ásannaði tó, at tað ikki er so langt ífrá kortini.
- Nei, eg vil ikki siga kreppa, men halda vit á fram at tapa, so verður tað til tað.
Spurdur um orsøkina til, at HB heldur ikki hesa ferð megnaði at gera sær dælt av reyðum kortum til mótøðumenninar er svarið hjá landsliðsmanninum sera einfalt.
- Vit sýna alt ov lítið hugflog. Fram eftir vøllinum skapa vit alt ov lítið, og vongspælið fáa vit als ikki at koyra, soleiðis sum tað annars hevur gjørt fyrr í ár. Og so stríðast vit eisini ov lítið fyri hvørjum øðrum. Í nógvum førum er tað so, at leikararnir halda, at stigini koma av sær sjálvum, men tað gera tey ikki. Tað krevur hart arbeiði í 90 minuttir í hvørjum dysti gjøgnum alt árið - ikki bara helvtina av árinum, og tað er tað, sum vit nú skulu fáa fram. Gera vit ikki tað, soleiðis at hugburðurin í dag verður galdandi framyvir, so kunnu vit gloyma alt um FM, slær Jóhannis Joensen at enda fast.