Mugu stríðast

Øssur Hansen sigur at hart arbeiði er einasti hátturin hjá B68 at reisa seg

 

kreppa


Eftir dystin var tað ein heldur nipin liðskipari hjá B68, Øssur Hansen, sum vit fingu orð á.

Eins og viðleikarar og viðhaldsfólk, hevði hann ivaleyst roknað við, at B68 skuldi gera seg galdandi í, men nú tykjast teir vera úti av gullstríðnum, longu áðrenn tað er byrjað.

- Tú kanst kalla tað, hvat tú vilt, sigur hann, tá vit spyrja, um talan er um eina kreppu á Toftum.

- Í øllum førum hava úrslitini ikki verið eftir vild, men tað fáa vit ikki gjørt so nógv við. Vit mugu bara líta frameftir og so stríðast fyri at reisa okkum, heldur liðskiparin hjá B68.