Mugu stevna løgtinginum

- Tað kann bara verða Løgtingið, sum kann verða stevnt fyri at peningur úr Kommunala Veðhaldsgrunninum er brúktur til at sanera kommunur við, sigur Leivur Hansen




 

-Tað hevur altíð verið væntandi, at hetta endar í rættinum. Og tað er væl eisini einasti máti, at fáa málið endaliga avgreitt uppá.

Leivur Hansen, formaðurin í stýrinum fyri Kommunala Veðhaldsgrunnin, sigur, at tað kemur ikki óvart á seg, um onkrar kommunu fara at stevna, nú peningur úr grunninum er brúktur til at hjálpa teimum mest skuldartyngdu kommununum við.

Men hann væntar ikki, at tað verður hann sjálvur, ella grunnurin, sum kemur at standa við endan.

-Tann einasti, sum kann ábyrgjast, tað er sjálvt Løgtingið, sum hevur samtykt lógina, sigur Leivur Hansen.

Tað hevur annars leingi verið greitt, at tað hevur verið ivasamt, hvørjar heimildir grunnurin hevur til at brúka pening til at sanera tær mest skuldarbundnu kommunurnar við.

Hetta hevur bæði Gjaldsstovan, ein lógfrøðingur hjá grunninum og grannskoðarin hjá grunninum gjørt vart við frmmanundan.

Formaðurin fyri grunnin hevur fyrr sagt, at ein løgfrøðingur, sum grunnurin spurdi, kom til ta niðurstøðu, at hetta var at ognartaka pening hjá teimum kommunum, sum skuldi gjalda, og at tað tí kundi roknast við endurgjaldskrøvum.

- Tí bað grunnurin allar kommunurnar um at vátta, at tær góðtóku, at peningurin úr grunninum var brúktur til hetta endamálið.

Tað vóru ikki so frægt sum 20 kommunur, ið svaraðu grunninum. Og av teimum fóru tað fýra kommunur, sum mótmæltu peningur úr grunninum varð brúktur til at sanera summar kommunur við.

Men hóast bara eitt fátal av kommununum svaraðu, gjørdi grunnurin hósdagin av at betala teimum mest skuldarbundnu kommununum úr grunninum. Og fríggjamorgunin fekk Gjaldsstovan boð um at flyta peningin.

Hetta varð gjørt eftir ein fund við løgmann, har hann vissaði um, at allar heimildir vóru í lagi og at hetta var tað, sum løgtingið vildi, og hevði samtykt. Og niðurstøðan hjá løgmanni var tvørturímóti, at tað var álvarsligt ikki at gera eftir eini løgtingssamtykt.

- Tann løgfrøðiliga metingin hjá løgmanni sigur, at tann einasti, sum kann ábyrgjast fyri tí, sum er hent, er Førya Løgting, tí stýrið fyri grunnin hevur ikki gjørt annað enn at akta eina løgtingssamtykt, og tað vera vit noyddir til, sigur Leivur Hansen.

Hann sigur eisini, at bæði kommunufeløgini hava áður góðtikið saneringina og so vítt, hann veit, hevur ongin mótmælt áður.

Men Leivur Hansen ásannar, at hetta er lógfrøðiliga ógreitt, tí hetta er pástandur ímóti pástandi. Og einasti máti at fáa tað avgreitt, er at royna málið í rættinum.

- Men eru heimildirnar ikki ílagi, er tað bara Løgtingið, sum kann ábyrgjast, tí stýrið fyri grunnin hevur ikki gjørt annað enn, tað, sum Løgtingið hevur samtykt.