Tað verður ikki enn á sinni, at tey, sum ferðast til og úr Kalsoynni, fáa eitt skýli at kroka í. Tað er greitt nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Beintu Løwe um at játta 500.000 krónur til eitt skýli í Syðradali, so at ferðafólk sleppa undir tak ímeðan tey bíða eftir strandferðslubátinum og so at tey sleppa á ves.
Men tað eru tað bara Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sum taka undir við, tí allir hinir fimm flokkarnir eru ímóti og sostatt er tað greitt, at tað fer ikki at verða samtykt.
Teir fimm flokkarnir. Fólkaflokkurin, Sambandi, Sjálvstýri, Miðflokkurin og Framsókn, halda kortini, at spell, at umstøðurnar eru so vánaligar tí grundleggjandi hentleikar sum hesir, eiga at vera tøkir á almennum støðum so sum ferjulegum. Tá ið Føroyar skulu verða eitt ferðavinnuland, setir tað eisini krøv til, at júst sovorðnar umstøður eru til staðar á støðum, har nógv ferðafólk møtast, siga umboðini fyri teir fimm flokkarnar.
Men Landsverk hevur upplýst, at arbeitt verður við at gera bíðirúm og vesi í Syðradali, og at hetta verður mett at kosta einar tvær milliónir. Tey siga, at ein loysn er sostatt longu við í framtíðarætlanum hjá Landsverki – men einki verður sagt um, nær tað verður. Men tey halda, at rætta mannagongdin er at hetta verða tikið upp í sambandi við fíggjarlogina fyri næsta ár. Tey siga eisini, at raksturin er týdningarmikil partur av eini slíkari verkætlan, og tí eigur ein bindandi avtala at vera um, hvør ið skal bera rakstrarkostnaðin.
Tey í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi siga, at tað er lítil er at ivast í, at áhugin at vitja Kalsoynna, veksandi. Standmyndin av kópakonuni hevur lokka nógv ferðafólk í Kalsoynna, men nú verða uppaftur fleiri ferðafólk, nú ein partur av serliga nú ein partur av nýggjasta James Bond filminum er tikin upp har. Men trupulleikin verður ikki loystur við at skriva seg burtur úr veruleikanum, siga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi.