Mugu spjaða almenna váðan

-Tað er ikki rætt, at so stórur váði liggur hjá tí almenna. Tí eiga vit at fara undir eina varisliga og spakuliga einskiljing/privatisering av fyritøkum. Avkastið skal so m.a. brúkast til at lækka skattin við heldur løgmaður.

Einskiljing/privatisering



Í dag er aðalorðaskifti á tingi um frágreiðing frá landsstýrinum um einskiljing ella betri kent sum privatisering. Tað er Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum hevur tikið stig til at fáa eina frágreiðing gjørda og er tað henda frágreiðing, sum er grundarlagið undir tí orðaskifti, ið byrjar í løgtinginum í dag.

Løgmaður er sera spentur um hetta orðaskiftið. Hann heldur tað vera umráðandi at fáa eitt sakligt heldur enn eitt ideologiskt orðaskifti um, hvussu vit kunnu fáa sum mest virði fyri eina røð av ognum/fyritøkum, sum skattaborgarin hevur goldið fyri.

Anfinn Kallsberg leggur serstakan dent á hetta við risikospjaðing, sum hann málber seg. ?Vit hava sum er lagt allan váðan í eina kurv. Hendir ein afturgongd í føroyska samfelagnum, so eru tey virðini, sum í dag liggja í Fiskavirking, Fiskasøluni, í banka og øðrum fyritøkum, brádliga útsett fyri, at konjunktirnir í samfelagnum kunnu gera, at hesi mongu virði blíva burtur ? samtíðis sum vit hava mest brúk fyri frá almennari síðu at lyfta uppundir búskapin. Høvdu vit tá nøkur aktiv, sum ikki lógu í somu kurv, og sum vit kundu brúkt í føroyska samfelagnum, tá hevði tú fingið gagn av tí. Men trupulleikin kemur, tá niðurgangstíðir eru. Tá minka eisini tey virði, sum vit skulu hava til at standa ímóti við.

Anfinn Kallsberg heldur tí, at vit - fyri at forða slíkum útviklingi - mugu til at spjaða váðan av teimum virðum, sum landið eigur. Tvs. at vit tá ikki verða so bundin at hava allar sparipengarnar hjá landinum liggjandi í føroyska vinnulívinum.

Í praksis merkir hetta, at tað almenna tekur seg burtur úr vinnulívinum so ella so og harvið spjaðir váðan. Avkastið tað almenna harvið fær kann so brúkast til ymisk endamál eitt nú til at niðurgjalda skuld við. Tú kanst eisini spjaða tað soleiðis, at tað ikki verður beinleiðis ávirkað av konjunkturunum í Føroyum.

Løgmaður leggur dent á hetta, at vit koma at hava brúk fyri almennum pengum í eini niðurgangstíð. Og tá hevði sanniliga verið gott at havt fullan valuta tøkan sum hann málber seg.

Løgmaður vísir á, at tað í dag er nógvur annar kapitalur í tí føroyska samfelagnum enn tann almenni kapitalurin. Tað eru m.a. fleiri stór feløg, sum kanska eiga einar 8-10 milliardir kr. í útlandinum. Tann kapitalurin er ikki ávirkaður av tí føroyska konjunkturinum. Tey feløgini kundu væl gjørt íløgur í føroysk virðisbrøv og føroyskar fyritøkur, soleiðis at landskassin ikki hevði allan váðan á einum stað. Løgmaður heldur tað er í lagi, at landskassin hevur eitt sindur av váða nógva staðni. Umráðandi er bara at spjaða váðan.

Ikki alt í senn
Løgmaður sigur, at tað, sum ræður um, tá almennu feløgini skulu einskiljast, er ikki at fara út og selja øll partabrøvini í einum. Tá fær tú ongan prís fyri tað. Tú mást finna eina javnvág, har tú ikki bjóðar út størri klumpar, enn at tú kanst fáa optimalt fyri tað.

Og tað er nettupp hetta sum frágreiðingin leggur upp til, og heldur løgmaður tað eisini vera eina rætta niðurstøðu.

Uppá fyrispurning í hvussu stóran mun man skal byggja hetta á útlendsk áhugamál og kapital sigur løgmaður, at tað er ikki vist, at tað er so neyðugt. Tað eru nevniliga nógvir føroyingar, sum eiga og kundu havt áhuga í at gjørt íløgur og sum í dag gera íløgur í útlandinum.

-Tað er heldur einki skeivt í, at í hvussu er strategiskir íleggjarar í útlandinum koma inn í myndina. Tað er so nógvur kapitalur í dag, eitt nú útlendskir pensiónskassar, sum hava til endamál at gera íløgur fyri at vinna sær pening og ikki fyri at hava ávirkan ella stýra. So strategiskar íleggingar aðrastaðni frá koma ikki til Føroya, uttan fyritøkan er før fyri at geva eitt avkast, sum gevur so mikið nógv, at tað kann kappast við at gera íløgur aðrastaðni. Tað fer so aftur at skunda undir føroyskar fyritøkur, soleiðis at tær verða noyddar til at dubba seg til at kunna geva eitt avkast.

Allir flokkar positivir
Løgmaður vónar at fáa stuðul fyri sjónarmiðjum sínum á tingi. Hann heldur, at allir flokkar hava givið til kennar, at ein varðin og skilagóð einskiljing/privatisering kann vera røtt, eisini Javnaðarflokkurin. Løgmaður vísir her til úttalilsini hjá Henriki Old í Krosskasti, har hann vísti á, at tað valdast sjálvandi um almennar fyritøkur, tá tosað verður um privatisering. Sambart løgmaður skal hann hava sagt, at almennar fyritøkur, sum verða riknar uppá forrætningslig prinsipp, eru ikki ein trupulleiki hjá Javnaðarflokkinum. Tað var meira um man fór at privatisera innan heilsuverk ol., at hetta fór at verða ein trupulleiki.

Og tað er so heldur ikki slíkt sum liggur í hesum leggur løgmaður aftrat. ?Her er tað ein spurningur um uppgávur, sum heilt náttúrliga verða røktar uppá forrætningslig prinsipp. Er tað ein almenn uppgáva ella ikki? Tað er tað ikki eftir míni hugsan. Vit hava verið noyddir at yvirtaka ein banka, Fiskavirking osfr. í eini kreppu, og hesar fyritøkur eru eftir míni meining ikki ein almenn uppgáva. Tær eru ikki ein uppgáva, sum skal fíggjast við skattaborgarans pengum. Tí er tað okkara skylda at tryggja, at tað, sum føroyski skattgjaldarin hevur goldið fyri, at hesar fyritøkur í síni tíð vórðu bjargaðar av tí almenna og koyrdar inn í alment regi, nú verður selt soleiðis, at skattgjaldarin tvs. landið, fær so nógv sum til ber at krónum. Hesar skulu so aftur kunna verða brúktar á slíkan hátt sum eisini fer at avlasta eitt høgt skattatrýst hjá borgarunum framyvir.

Løgmaður sigur annars, at tað er fullkomiliga misskilt, tá onkur heldur, at hesin peningur skal brúkast til at fíggja fullveldið við. ?Peningurin skjóta vit upp fer inn í ein fíggingargrunn, har bara avkastið kann brúkast, og tað avkast havi eg í hvussu er skotið upp er ogn hjá Føroya fólki.