TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Niclas Eysturoy, badmintonspælara, sum var rættiliga vónsvikn av umstøðunum badminton-spælararnir hava til kappingarnar á Jersey.
Og Niclas hevur grund til at verða vónsvikin. Tað er nevnliga eingin air condition skipan í badmintonhøllini, og við teimum hitastigunum, sum eru á Jersey, so verður talan um torførar og skerdar umstøður hjá øllum teimum, sum kappast í badminton.
Niclas staðfestir, at vertsoyggin Jersey hava meldað sterkar einstaklingar til kappingina, sum hava staðið seg í bretskum badminton, og eisini til Commonwealth leikirnar. Hann er tó ikki uttan vón, at føroysku badminton-spælararnir kunnu vinna nøkur heiðursmerki á oyggjaleikunum.










