Mugu spæla uttan áskoðarar

Kroatia má rinda fyri, at fjepparar í 2015 teknaðu ein hakakross á vøllin.

Tað var í fyrra hálvleiki av einum EM-undankappingardysti ímillum Kroatia og Italia mitt í juni 2015, at fólk varnaðust, at ein hakakrossur (svastika) var teknaður á grasið á leikvøllinum í Split, har undandysturin varð spældur.


Roynt varð at fáa hakakrossin burtur í hálvleikssteðginum, men av tí at brotsmenninir høvdu nýtt ein sterkan lút til at tekna hakakrossin við, so eydnaðist hetta einans lutvíst, og hakakrossurin var at síggja allan dystin.


Revsingin til Kroatia var eitt frátikið stig í EM-undankappingini umframt at Kroatia skuldi spæla tveir teir komandi heimadystirnar uttan áskoðarar. Hetta var einans galdandi fyri dystir fyriskipaðar av UEFA.


Harvið hevði Kroatia áskoðarar til heimadystirnar í HM-undankappingini, sum FIFA skipar fyri, men nú UEFA skipar fyri Nations League, tekur revsingin hjá Kroatia við aftur.


Kroatia spældi ein heimadyst ímóti Bulgaria í oktobur 2015 uttan áskoðarar, men tann seinni dysturin, har revsingin er galdandi, verður ikki fyrr enn 12. oktobur í ár, tá ið Kroatia fær vitjan av Onglandi í Nations League.


UEFA váttar í tíðindaskrivi, at revsingin frá 2018 stendur við, og at Kroatia má spæla dystin ímóti Onglandi handan læstar dyr.