Vit mugu sópa fyri okkara egnu durum. Tað heldur Hanus Samró, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Nú fíggjarlógin er til viðgerðar í Løgtinginum hevur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin lagt stóran dent á møguleikarnar hjá fólki við rørslutarni at ferðast ótarnað á jøvnum føti við hinum. Men hann helt, at løgtingið og landsstýrið eiga at ganga undan og sópa fyri sínum egnu durum, áðrenn tey krevja av øðrum, at tey hava atkomuviðurskiftini í ordan.
Hanus Samró vísti á, at hann hevur verið í Reinsarínum, nýggja spælistaðnum í Havn. Har er lyfta og tað helt hann vera fantastiskt í einum lutfalsliga so lítlum húsi. Men so hevur tað almenna bygt flogvøllin út fyri hundraðtals milliónir, men har er eingin lyfta til tey, sum ikki kunnu ganga trappur sjálvi.
Les eisini: Fáa bót fyri ikki at hugsa um fólk við breki
Men hann vísti eisini á, at Løgtingið átti eisini eitt annað hús, Gamla Aopotek. Tað man vera størsta pýramidan í verðini – burtursæð frá teimum ordiligu pýramidunum í Egyptalandi, tí á Gamla Apotekið er vónleyst hjá fólki, sum ikki eru væl fyri at ganga trappur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at atkomuviðurskiftini áttu at verið so nátúrligt, at tað átti ikki at verið eitt kjak yvirhøvur.
Hon heldur, at vit kunnu gott bíða eftir eini hugburðsbroyting. Men so kunnu vit bíða leingi og tí heldur hon, at tað er neyðugt at tað almenna setir beinleiðis krøv til atkomu hjá øllum.
|