- Um samgongan vil hava eina breiða semju um pensjónsnýskipanina, so má hon sleppa partapolitisku eyðkennunum. Tað tykist tó ikki, at tað er nakað, ið tey ynskja.
Tað er greiði boðskapurin frá Jørgen Niclasen, formanni Fólkafloksins, ið harvið sáar iva um møguleikan fyri eina semju millum allar flokkar á tingi.
Formaður Fólkafloksins letur tó væl at samráðingunum, men saknar, at samgongan ger meira fyri at fáa semju í lag.
- Tað hevur verið ein positivur tóni á fundunum, og lurtað hevur verið eftir sjónarmiðunum hjá hvørjum øðrum, men samgongan má flyta seg, um hon ynskir Fólkaflokkin við í semjuni.
Júst hvat tað er, ið skilur partarnar ynskir Jørgen Niclasen ikki at nevna, men ynskir at geva samgonguni møguleikan, at flyta seg.
- Á fundi við samgonguna týsdagin gjørdist greitt, at tey ynskja at hava nøkur prinsipiell vinstrahøll ting við í nýggju pensjónsskipanina, ið vit ikki kunnu taka undir við. Men ein breið semja merkir, at allir partar skulu kunna taka undir við semjuni, ikki bara sosialistar, sigur Jørgen Niclasen.










