Mugu sleppa at viðgera lønirnar

– Vit hava enn ikki fingið høvi til so frægt sum at viðgera hetta í løgtinginum, men møguliga kunnu vit nú sleppa at gera tað, sigur javnaðartingkvinnan, Rigmor Dam.

Hon hevur sett Kaj Leo Johannesen, løgmanni, munnligan fyrispurning um lønarviðurskiftini hjá politikarunum, tí hon vil hava at vita, hvørjar ætlanir hann hevur á økinum.

Eisini undrast hon á, at løgmaður hevur sagt í Sosialinum, at hann tekur undir við, at broytingar verða gjørdar, men at hann ikki fær undirtøku fyri tí, tí hesum skilir Rigmor einki av.

Millum annað vísir hon á, at Kaj Leo Johannesen sjálvur hevur boðað frá, at uppskot skal leggjast fyri tingið um at broyta lønarviðurskiftini hjá politikarum.

Hoyr samrøðu við Rigmor Dam við at trýsta á pílin undir myndini.