Mugu sleppa at hava samband við familjuna í Føroyum

Løgtingsmaður spyr nú løgmann, hvussu støðan er

Vit mugu fáa vissu fyri, at føroyingar, sum bróta lógina, og verða sendir til Danmarkar at sita, framhaldandi sleppa at hava samband við familjuna í Føroyum.

Tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Og nú spyr hann Bárð á Steig Nielsen, løgmann um arbeitt verður við at tryggja eimum hesi rættindini.

Hann vísir á, at fyrr í ár hoyrdist, at tað var neyðugt at senda føroyskar fangar til Danmarkar at sita í varðhaldi, tí tað er ikki pláss fyri teimum í Mjørkadali. Tað verður ofta sagt, at tá ið føroyingar verða sendir til Danmarkar at sita, verða teir revsaðir tvær ferðir, tí fyrst skulu teir sita og síðani teir av landinum at sita.

Avleiðingin av at teir verða sendir av landinum, er at teir eru burtur frá familju og avvarðandi, og sálarliga er tað hart fyri bæði fangan og tey avvarðandi.

Harafturat er tað ofta tvørligt hjá avvarðandi at fáa samband við fangan sum situr í Danmark, og avleiðingin av tí er, tað er ofta neyðugt, at teir fáa sálarligari kreppuhjálp, tá verða leyslatin.

Tí vil Djóni Nolsøe Joensen hava løgmann at greiða frá, um arbeitt verður við at tryggja, at sambandið millum fangar og avvarðandi, verður varðveitt, tá ið tað er neyðugt at senda fólk til Danmarkar at sita.

Hann vil eisini hava at vita frá løgmanni, hvørji sálarheilsutilboð standa fangum í boði, tá ið teir aftur skulu slúsast aftur upp samfelagið, eftir at hava sitið í Danmark.