Klaksvík: Klaksvíkingar skulu gloyma at gera útbyggingar á vágni og heldur seta ferð á arbeiðið at gera góðshavnina í Ánunum lidna.
Tað heldur Torleif Sigurðsson, sum er formaður í havnanevndini hjá Klaksvíkar kommunu.
? Allar útbyggingar á vágni verða lappaloysnir, meðan nýggja góðshavnin í Ánunum kann geva heilt nýggja møguleikar við havnaøki, sigur Torleif Sigurðsson.
? Klaksvík hevur ikki trot á kaiplássi, men upplandið er ov lítið. Skulu vit hava munandi størri havnaøki er góðshavnin í Ánunum besta loysnin.
Kanska gera felag
Klaksvíkar býráð samtykti herfyri, at útfyllingin í Ánunum skal halda fram, og tá góðshavnin er liðug verður eitt øki upp á 20.000 fermetrar tókt.
Men tað fer at taka nøkur ár at gera hesa góðshavnina lidna, tí hon fer at kosta yvir 30 milliónir, og Klaksvíkar kommuna kann sum er bara brúka nakað undir 20 milliónir til íløgur.
? Vit hava umhugsað at gera eitt partafelag, sum skal standa fyri byggingini av góðshavnini. Hetta kundi verið eitt felag hjá kommununi og fyritøkum í Klaksvík, sigur Torleif Sigurðsson.
? Á hendan hátt kundu vit gjørt góðshavnina skjótari lidna.
Meiri virksemi
Torleif Sigurðsson heldur, at góðshavnin í Ánunum kundi lætt munandi um trýsti inn á vágni í Klaksvík. Stóru skipini kundu verið avgreidd í Ánunum, og tað hevði beinanvegin givið betri pláss á vesta kaiøki í Klaksvík.
? Vit hava tann positiva trupulleika, at virksemi í Klaksvík er økt nógv seinnu árini, men vit skulu fylgja við, og syrgja fyri, at vit ikki missa virksemi, tí vit ikki klára at byggja býin út, sigur Torleif Sigurðsson.
? Skuldin hjá Klaksvíkar kommunu er so nógv minkað, at nú nærkast hon einari álíknind. Komandi árini fer Klaksvíkar kommuna at fáa størri fíggjarligt rásarúm.